elia flúgvi şarkı sözleri
Eitt blink av mínum triðja eyga, hevur givið mær greyðinar at fáa paradís slangu at temja Seg
Hon er vikkla rundan um meg, men tað kennist sum hon klemmar meg, hon kennur meg Og veit at um hon freistar meg, so vendi eg mín vanga vekk
Tí søtar freistingar eru altíð í luftini, hvørja ferð vit opnað okkara iphone fer ein bítur av Frugtini, eg livi við lugtinum av tí søta men eg velji ikki at drukkna meg
Hvørki í kenslum ella fornuftini
Eg andi tað inn sum er í luftini
Satanisk og gudlig aspekt í mínum hjarta, men eg eri bara menniskja, og eg kann ikki Endra tað so steðga við at endra tað, tað endrar alt, og zen er skapt
Eg trívist við at flenna uttan at flenna hart
Eg vil bara renna ikki renna kapp, og alt kennist rætt
Eg eri har eg eri veri verandi her í míni verð eg
Eigi mína scenu og eg geri tað eg geri eg vil
Styrkja mína rødd so at tey hoyra meg
lyfta onnur fólk hopi at tað loysur seg
Eg lyfti, eg flúgvi, eg trúgvi
Eg trúgvi pá ljósið, trúgvi pá mína kós, eg flowi leysur í streyminum sum ein flaki eg flóti
Eitt við mína náttúru sum grækaris grashøvd, fylli gras í mítt topphøvd, tú kallar meg Pothøvd
Eg kalli teg poptøs, havi samtalir við andanir pá svampatrip tey kalla meg fucked up
Eg skíti á tað baby, havi akkurát tosa við Gud, havi ikki tíð at spæla basic, ikki slave av Hvat tú heldur, gangi leysur
Nútíð er at liva, frammtíð er at gita, lær av fortíð lat hana fara og kom yvur tað
Løtan er tað einasta sum er til ja, so skil tað mást tú vita, so málningurin fær lit á
Myndamáli sum davinci, máling er mítt kynstur, blá tár drippa á mín pensil, mála kláran Himmil
Hangi ikki fastur í skýggjum, sýggi bara skuggar av fýggindum
Eg eri har eg eri veri verandi her í míni verð eg
Eigi mína scenu og eg geri tað eg geri eg vil
Styrkja mína rødd so at tey hoyra meg
lyfta onnur fólk hopi at tað loysur seg
Eg lyfti, eg flúgvi, eg trúgvi
Tey siga at mín trúgv er ein lygn forfalska
Eg sigi at mín trúgv er ein brúgv til at vakna
Tað andaliga fær eitt bad rep
Vilja heldur jagta assets
Kalla seg frí men robottar klattra upp í hierarkiði hetta er madness, facts bitch
Hyggja inn í skermar so ofta, at tey ikki kenna sín kropp, og tey enda sum robottar, jagta Pengar um dagin sum tey brenna um náttina, menniskja er fongsla
Men paradís er onki uttan slangurnar
Og onki er til uttan mótsetningar
Og tú fær ongantíð frið, um tú aldrin stressar nei
So lat myrkri fáa frið, so at tað ikki veksur meir
Eg eri har eg eri veri verandi her í míni verð eg
Eigi mína scenu og eg geri tað eg geri eg vil
Styrkja mína rødd so at tey hoyra meg
lyfta onnur fólk hopi at tað loysur seg
Eg lyfti, eg flúgvi, eg trúgvi
Eg lyfti mína trúgv til eg flúgvi
Flúgvi eftur trúgv so eg lyftist
Trúgvi pá eg lyftist so eg flúgvi
Eg lyfti, eg flúgvi, eg trúgvi

