Heljareyga şarkı sözleri

[Composición: Heri Joensen] Onki er so balt At tað verur ikki alt Nú nærkast ein vetrarbreyt Lagnan tilverunnar treyt Tá Nornir kalt Hava dagar allar talt Tó endaleys ævin er Náðileyst at enda ber Dagarnir flúgvandi fara Fornøld eftir øld Eydnan man fløða og fjara Mannalagnan køld Vónloysi laðar ein varða Fækkast daga fjøld Dagarnir flúgvandi fara Mannalagnan køld Væna hjá mar ver Til at hvíldarkvøldi ber Og veturin kaldur kom Ástin tilverunnar trom Tó frystir enn Heitur eldur hjá mær brenn Tá kavin har kaldur lá Hitar blíða eygnabrá Myrknandi ókomin ár Tigandi fellir eitt tár Ástina fornminnið fjalir Tigandi tónleikatralur Tikin av kaldari tøgn Stíg inn í søgu og søgn Brenn sum ein Nykbrandur hátt Í lofthavið dottin á veturnátt

Sanatçının Fotoğrafı

Heljareyga

Albüm Görseli

Heljareyga