TÝr şarkı sözleri
Nornagest RímaEit er frøðið um Nornagest,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-tílíkum góðum gekk han næst,-hvør ein sveinur geri so-oksar tólv vóru leiddir á torgog so fram á fríðu borg-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Kongur ætlar at høgga teir,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Tílíkum góðum gekk tað við gleim.-hvør ein sveinur geri so-Kongurin hjó so mikið høgg,At blóðið dreiv við benjar døgg-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Allir duttu teir deyðir niður,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Øxin stóð í stokki við.-hvør ein sveinur geri so-Allir lovaðu hilmarhøgg,blóðið dreiv um benjardøgg.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Har kom kall við høkjur tvær,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Studdist so fast á báðar tær.-hvør ein sveinur geri so-Kongurin kvøður kalli blíttt:"Hví lovar tú ikki høggið mítt"-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Yvrið harra var høggið títt,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-í forðum sá eg vænari slíkt.-hvør ein sveinur geri so-Tá skalv bæði leyv og lund,Sjurður høgg ormin í miðju sundur."-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-"Kanst tú siga frá Sjurð svein,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-hann var frægur av fornum ein."-hvør ein sveinur geri so-"Tað kann eg siga Sjurði frá,tílikan eingin við eygum sá.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Høgni var ein heiðursmann,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Ljotan av lit so kendi eg hann.-hvør ein sveinur geri so-Gunnar var so reystur og ríkur,fróður og blíður og Gunhild líkur.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Fróður og blíður og Gunhild líkur,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Seint man føðast annar slíkur.-hvør ein sveinur geri so-Faðir mín átti fríðdligt bú.Fjól tað mikið um manga kú.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Eg sat á skógvi og goymdi hest,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Helst tá ið veðurið var best.-hvør ein sveinur geri so-Riðu teir um dikið heim,Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Ríðu teir um díkið tá,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Eg var sevin og sá hará.-hvør ein sveinur geri so-Gunnars hestur sprakk um fyrst,Gunnar kandi væl tann dyst.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Høgna hestur sprakk um tá,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Grani fastur í feni lá.-hvør ein sveinur geri so-Sjúrðar hestur sprakk um síðst,tá gav Guð mær goðan list.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Grani fell í fenið fast,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-galtagjørðin sundur brast.-hvør ein sveinur geri so-Allir stigu úr søðlum teir,Gunnar, Høgni og Sjúrður svein.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Allir tuga á dýran hest,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Sjúrður tugar á teymar mest.-hvør ein sveinur geri so-Ofta havi eg um díkið trottbæði dag og døkka nátt.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Gestur, ger mær viljan ein-tú tarvst onki ráð geva í vanda-tváa mín góða gangara rein.-hvør ein sveinur geri so-Sylgjan, íð sundur brast fyri mær,Hana, Gestur, gevi eg tær.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Riðu so fram at eina á,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Eingin kundi til manna sjá.-hvør ein sveinur geri so-Eg tváaði hans bróst og bringa rein,hans lær og legg og langa bein.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Góðan gangara gjørdi eg rein,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-síðan hevði meg Sjurður til svein. .-hvør ein sveinur geri so-Vær ríðum so fram á Fávnis ból,Har skein gull sum geisar av sól.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Eg tók eitt hár av sama hesti,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-tað var sítt og vaxið mest.-hvør ein sveinur geri so-Tað var favn og feti sítt.glógvaði rætt sum silvur hvítt.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Eg havi í forðum farið vítt,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Ei funnið ljós og lívið mítt."-hvør ein sveinur geri so-Kongur gav honum skaft og skeið,Og sjálvur segði han kalli leið.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-"Í Fraklandi er vatnið vítt,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Har er ljós og lívið títt."-hvør ein sveinur geri so-Leingi kavaði kurtis mann,áður hann beint á blýggið fann.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-Kørnar prestur skírði hann,-tú tarvst onki ráð geva í vanda-Tá leið lív sum ljósið brann.-hvør ein sveinur geri so-Tá ið ljós í lyktu var brent,Tá var lív og levnað ent.-Hvíta tjald nívir niður frammi.Enn gellir lúður í stavni,Kallur kom heim við ungum syni,Kelling situr so hákonu blíð,Hvíta tjald nívur niður frammi.-